#Politics
Target:
Føroya løgting
Region:
Faroe Islands
Website:
www.blaasvaer.net

Føroya løgting hevur í ár samtykt at brúka nærum eina milliard krónur til tunnilsgerð. Eingin vón er fyri at hesir pengarnir kunnu koma aftur við nýtslugjaldi ella á annan hátt, og hetta er okkara tingmanning væl vitandi um.

Samstundis enda vit næstan aftast í Pisa kanningunum hvørja ferð, Studentaskúlin í Hoydølum er ein ruin og játtanin til Fróðskaparsetur Føroya er skorin niður frá at vera láturlig til at vera syndarlig.

Úrslitið verður at vit í 2015 fara hava verðsins besta tunnilsverk, men ongan eftir sum hevur ráð ella vit til at koyra ígjøgnum.

Undirritaðu vilja við hesum mótmæla at alt føroya ríkidømi verður brúkt til at bora hol við.

GoPetition respects your privacy.

The Ørvitistunnlar petition to Føroya løgting was written by Hans Blaasvaer and is in the category Politics at GoPetition.